top of page

                                                                      Brennur tú fyri handilslívinum?


                             Vit kunnu bjóða tær eina spennandi smásøluútbúgving við nógvum avbjóðingum.


Vit sóknast eftir einum handilslærlingi til handil okkara at byrja frá 01.09.2014

Vit bjóða eitt áhugavert og spennandi lærupláss við nógvum avbjóðingum, eitt starv á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi í støðugari menning, har samstarv við arbeiðsfelagar, veitarar og kundar er av alstórum týdningi.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, arbeiðssamur og fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva, men eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Tú hevur hug og áræði at gerast partur av okkara arbeiðsdegi.


Um útbúgvingina
Sum handilslærlingur fært tú eina útbúgving, sum tryggjar at tú kemur runt í øllum liðunum, ið skapa tann góða handilin. Arbeiðið fevnir um innkeyp, bókhald, marknaðarføring og sølu av búnýti, máling, amboð, timbur og mangt annað. Høvðusarbeiðsøki verður, saman við leiðaranum, at hava ábyrgd av amboðs- og byggibúðsdeildini.

Lærutíðin er 2 - 4 ár alt eftir hvørja útbúgvin ein hevur.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Skúlagongdin verður í Føroyum, um møguleiki verður fyri tí. Um ikki, fer hon framm í Danmark.

 

Umsókn við avriti av prógvum, royndum, møguligum viðmælum skulu verða Handilsvirkið Niclasen í hendi í seinasta lagi 25.08.2014 - Løn sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Meiri fæst at vita við at venda sær til Kristian Mikkelsen á tel. 27 74 80

Fyrispurningar/umsókn kann sendast til:

niclasen@niclasen.fo 

 

ella

Handilsvirkið Niclasen

Bakkavegur 24

380 Sørvágur

bottom of page