© Copyright 2023  Strategic Consulting

Ofta settir spurningar



Hvussu eru upp- og afturlatingartíðirnar hjá Handilsvirkið Niclasen?
Les upplatingartíðir



Hvar finni eg tilboð frá Handilsvirkið Niclasen?
Vit senda javnan lýsingarbløð út til øll húski í Føroyum. Hesi bløð kunnu lesast á heimasíðuni meðan tey eru galdandi.
Her-og-nú tilboð og serlig tiltøk vera lýst á heimasíðuni umframt í loftmiðlunum.

Hvørjar vørur selur Handilsvirkið Niclasen?

Vit selja búnýti, gólv, máling, innbúgv, amboð, byggitilfar, timbur, bátaútgerð, møblar, urtagarðs útgerð og mangt annað.

Hvussu fái eg fatur á skrivstovuni hjá tykkum?
Ring á høvuðsnummarið 33 20 01. Skrivstovufólkið er at hitta hvønn gerandisdag frá 10.00 - 16.00

Hvussu kann eg senda teldupost til tykkum við fyrispurningi um vøru?

Tú kanst senda teldupost til okkum á niclasen@niclasen.fo ella leita eftir rætta persóni á síðuni við starvsfólki.

Ber til at keypa vøru upp á borg?
Gjaldstreytir eru kontant, um ikki onnur avtala er gjørd. 
Skalt tú keypa stórt inn, ert tú vælkomin at tosa við okkum um aðra loysn.

Hvussu long er umbýtingarfreistin?
Freistin er 7 dagar - allir dagar íroknaðir. Les alt um galdandi treytir fyri umbýting her.

Koyra tit vørur út?
Timbur verður koyrt út
 

Spyr okkum

Hevur tú ein spurning, kanst tú skriva her, og vit svara sum skjótast