
Handilsvirkið Niclasen
Timburhandil og byggibúð
Galdandi umbýtingarrættur hjá Handilsvirkið Niclasen
Hevur tú keypt eina vøru hjá okkum, kanst tú býta vøruna um, fáa tilgóðarseðil útflýggjaðan ella peningin endurrindaðan, um fylgjandi treytir eru fylgdar:
at keyparin við kvittan kann prógva, at vøran er keypt hjá Handilsvirkið Niclasen fyri ikki fleiri enn 7 døgum síðan (allir dagar íroknaðir) og at vøran er í sama standi, sum tá ið hon varð keypt.
Útsølu- og tilboðsvørur
Hevur tú keypt eina vøru á útsølu ella upp á tilboð, kann hendan ikki býtast um og peningur goldin fyri hana verður ikki endurrindaður.
Gávu umbýtingartænasta
Hendan tænastan er galdandi alt árið. Eitt serligt gávumerki verður klistrað á vørupakkan. Hetta merkið gevur kundanum rætt til at býta vøruna um ella fáa ein tilgóðarseðil fyri vøruna. Treytirnar eru sjálvandi, at vøran er í lagi og ikki útpakkað. Vøran skal vera keypt fyri ikki fleiri enn 7 døgum síðan (allir dagar íroknaðir).